Authors

Kristian Martin Eliasen er av gamlari leirvíksætt og er føddur á Toftanesi í Leirvík í 1947. Hann hevur djúptøknan áhuga í bygdar- og ættarsøguni og í bygdarfólkinum. Hann hevur verið virkin ættargranskari í mong ár og hevur eisini lært frá sær. Kristian Martin er har afturat ein av undangongumonnunum í Eysturoyar Gongufelag og kennir sostatt føroyska landslagið gjølla.

Steffen Stummann Hansen er føddur í Keypmannahavn í 1955 og varð mag. art. í forsøguligari fornfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í 1982. Hann hevur tey seinastu 30 árini staðið fyri fornfrøðiligum verkætlanum um víkingatíð og miðøld í øllum norðurdatlantsøkinum. Hann hevur skrivað einar tíggju bøkur og fleiri enn hálvtannaðhundrað vísindaligar og populervísindaligar greinar. Síðan 2003 hevur hann verið búsitandi í Leirvík.