•
Anna Katrin Matras, Hákun Andreasen & Steffen Stummann Hansen:
A Viking Age shieling in Skarðsvík, Fugloy, Faroe Islands.
Fróðskaparrit, 51 (2004), 200-211.
• Free download in pdf-format here
•
•
•
•
•
•
•
“Í 1950 árunum vísti Christian Matras á eina mongd av føroyskum staðarnøvnum, sum høvdu tað gamla norrøna orðið oe´ rgi í sær. Orðið er avleitt av gamla írska áirge, í týdninginum summarbeiti ella ærgi. Við støði í arbeiðnum hjá Matras, fann Sverri Dahl nøkur fornfrøðilig støð, sum kundu setast í samband við hesi staðarnøvn, og við rannsóknum kom hann við fornfrøðisligum prógvum fyri einum búskapi, við ærgjum tíðliga í føroysku søguni. Alt hugtakið um ærgi, sum part av landbúnaðarbúskapinum í víkingatíð og tíðliga í miðøld í Føroyum, varð tikið upp til nýggja viðgerð av Ditlev L.D. Mahler í 1980 árunum. Á sínum korti yvir ærgi, hevði hann tó ongi toftalendi á teimum norðastu av Norðoyggjunum í Føroyum. Í 1987 varð eitt tílíkt toftalendi staðfest í Skarðsvík á Fugloy. Toftalendið, sum varð skrásett í 2001, er á einum gróðrarríkur háslætta, sum vendir móti landnyrðingi og er okkurt um 200 metrar yvir havinum. Í toftalendinum er ein leivd av einum lítlum bygningi og einum garðlagi, hvør sína megin eini lítlari á. Húsasniðið kann heilt greitt samanberast við bygningar á øðrum ávístum ærgistoftum, t.d. á Argisbrekku í Eysturoy. Tvey staðarnøvn, sum hava í sær ǽrgi, eru staðfest á plássinum. Staðfestingin av ærginum í Skarðsvík ber prógv um, at ein fullfíggjaður landbúnaðarbúskapur, samansettur av høvuðsbúsetingini (vetrargarðar) og ærgi (summarbeiti) eisini varð sett í verk á teimum norðastu oyggjunum av Norðoyum, og gevur hetta tískil ábendingar um, at hetta var ein skipan, sum varð sett í verk um allar Føroyar í víkingatíðini. Tað hevur verið víst á, at munurin millum lendi í Føroyum og Noregi tvingaði niðursetumenninar úr Norðurlondum at seta í verk eitt slag av summarbeitum, sum var ólíkt tí í teirra Norðurlendska heimlandi. Hendan skipan er funnin í tí írsk/gælisk mælta økinum sunnanfyri. Høvundarnir loyva sær at halda, at niðursetumenninir vóru eftirkomarar av írsk/norðurlendsku samfeløgunum, sum vóru sett á stovn í Írlandi og Skotlandi tíðliga í víkingatíðini, og tískil vóru rættiliga kendir við ærgini sum summarbeiti. Tey høvdu tí ikki fyri neyðini at uppfinna nakað nýtt; tey bara fluttu yvir skipnanina til lendir, ið líktist teimum frá teirra heimlondum – til Føroyar.”