Fólk í Leirvík í 1901

Fólk í Leirvík í 1901 – í myndum og tekstiFólk í Leirvík í 1901
– í myndum og teksti

Steffen Stummann Hansen
&
Kristian Martin Eliasen

Forlagið Søga Føroya/
History Press Faroe Islands 2010

• Stødd: 17,0 x 24,0 cm.
• 416 síður, 379 v. myndum (litir)
• Prísur: 175,00 kr. (+ postgjald)
Bókin kann bíleggjast her

Fotomyndir vóru í fyrstani bert fyri tað betra slagið, men tíggjuáraskeiðini fyri og eftir 1900 gjørdust tær av álvara hvørs mans ogn í Føroyum. Fólk vitjaðu dúgliga teir fáu fotografarnar – flestu teirra kvinnur – sum høvdu fingið sær egið virkið í Føroyum. Hetta tryggjaði eftirtíðini visuelt innlit í mentanarsøguna hetta tíðarskeiði.

Høvundarnir hava í fleiri ár savnað myndir av teimum 309 íbúgvunum, sum vóru í Leirvík, tá fólkateljingin var í 1901. Hetta gevur okkum ein einastandandi visuellan tvørskurð av bygdarsøguni, sum verður løgd fyri okkum við næstan fýrahundrað gomlum persónsfotomyndum.

Bókin er úrslit av samarbeiði millum høvundarnar og lokalsamfeløg fyrst og fremst í Føroyum. Vónandi verður bókin við til at gera hendan partin av føroyska mentanararvinum meira viðkomandi hjá mongum og veita øðrum íblástur til at arbeiða víðari við søguni um fotomyndina og fotografarnar í Føroyum.

Dømir úr bókini:

Rættingar og Ískoyti
Dansk version