Fólk í Leirvík í 1901 – í myndum og teksti
Steffen Stummann Hansen & Kristian Martin Eliasen
• Meira um bókina og bílegging
•
•
Forlagið Søga Føroya /History Press Faroe Islands gav um hálvan desember 2010 út bókina Fólk í Leirvík í 1901 – í myndum og teksti.
Høvundarnir hava í fleiri ár savnað myndir av teimum 309 íbúgvunum, sum vóru í Leirvík, tá fólkateljingin var í 1901. Hetta gevur okkum ein einastandandi visuellan tvørskurð av bygdarsøguni, sum verður løgd fyri okkum við næstan fýrahundrað gomlum persónsfotomyndum.






